Landsliðsvenjing og vitjan á Skúlatrøð
Í morgin koma hondbóltskvinnurnar á vitjan í skúlanum á Skúlatrøð. Tær hava “plakatir” við sum tær gjarna skriva autograf á og um onkur vil hava á blusuna ella okkurt annað so er bara at spyrja.
Í morgin, mikudagin, kl. 14.30 venja tær í Kí høllini. Øll eru vælkomin at hyggja at venjingini.
Meðan venjingin er, er ikki loyvt at forstýra, ella spæla í høllini. Tað er heldur ikki loyvt at spæla í hinum endanum, um eina málið ikki er í brúk
Vit vóna eisini at síggja nógv til dystin fríggjadagin kl.19.00