Kunningarfundur um ætlanina um nýtt hondbóltsfelag í Klaksvík
Kunningarfundur um ætlanina um nýtt hondbóltsfelag í Klaksvík
Team Klaksvík og Stjørnan ætla at ganga nýggjar leiðir og menna hondbóltin meira í Norðoyggjum og ætla at leggja kvinnu og manshondbóltin saman og stovna eitt nýtt felag.
Vit bjóða tí øllum áhugaðum og limum til ein kunningarfund mánadagin 17.mars kl.19.00 í skúlastovunum KÍ høllini. Feløgini leggja fram grundgevingar og ætlanir í framtíðini.
Møguleiki verur at seta spurningar til nevndarlimirnar.
Spurningar kunnu eisini sendast á teldupost teamklaksvik@teamklaksvik.fo ella info@stjørnan.com
Við hondbóltskvøðu
Team Klaksvík og Stjørnan