Kunning um Lutaseðlasølu

Ítróttarfelagið Argir
14. okt. 2024

Sum kunnað um á limadegnum skipar ÍA í ár fyri eini lutaseðlasølu. Allir limir fáa lutaseðlar heim við at selja, og vit vóna, at tit øll taka væl ímóti hesum tiltaki.

Fleiri limir hava longu fingið seðlar heim við til venjing í síðstu viku. Til tykkum sum mangla, so er møguleiki at fáa teir til venjing hesa vikuna.

Lutaseðlarnir skulu vera seldir í seinasta lagið mánadagin 11. nov., tá sita limir í nevndini í høllini kl. 15.00 – 17.00, við kaffi í kannuni og samla peningin inn.

Foreldur eru eisini vælkomin at flyta peningin á konto hjá ÍA. Minnist tá til at vimerkja LS, navn á barninum og lið (t.d. LS Artur D12).
Konto nummar: 9865 - 9877503

Vit trekkja vinnarnar sunnudagin 17. Novembur, tá ÍA skipar fyri stórum familju jólabingo í Róðrarneystinum á Argjum. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Vit takka fyri tykkara stuðul og undirtøku
og takk til okkara stuðlar til lutaseðlarnar:

Magn Trygdartøkni Atlantic Airways Bygma Balslev Hotel Hafnia

Nevndin

#samanumtaðgóðabarnalívið #okkarabørn #okkaraframtíð #okkaraÍA

Klar til at komme i gang?

Udforsk Holdsport, eller opret en konto med det samme og begynd at administrere din klub. Du kan også kontakte os for at få hjælp til opsætningen af din klub.
Hvad koster det?
Hvilke behov har din klub? Basis eller PRO abonnement?
Priser
Funktioner
Ingen 2 klubber er ens. Vores funktioner dækker dine behov.
Funktioner