ÍA-klæðir í Kenya

Ítróttarfelagið Argir
21. aug. 2024

Í Kenya kanst tú í dag síggja barna- og ungdómslið spæla í ÍA- búnum. Sólgerð Joensen, ið hevur verið nevndarlimur í nøkur ár, er í løtuni í starvsvenjing saman við Heidi Mariu Akselsen og Anitu Hansen í Kenya.

Tær eru staddar nakað uttan fyri Nairobi, sum er høvuðsstaður í Kenya, í samstarvi við ÍA og B36 høvdu tær við sær spælaraklæði, sum ikki blivu brúkt longur. Eisini vóru fótbóltar frá 07 Vestur.

- Her á leiðini er tað mest rugby, fótbóltur og hockey sum tey spæla. Gomlu klæðini hjá teimum vóru sera slitin, heldur ikki vóru allar troyggjurnar eins. 

So tit kunnu ætla, at tey vóru fegin um at fáa øll klæðini, sum vit høvdu við okkum, sigur Sólgerð.

- Tað varð sera rørandi at síggja, hvussu glað og takksom tey vóru, vit tríggjar eru sera fegnar um stuðulin, sum tey føroysku feløgini hava veitt okkum í hesum, sigur Sólgerð Joensen.

-Somuleiðis eru vit í ÍA, eisini sera fegin um at vit kundu gera ein góðan mun fyri hesi børn. So rørandi og stuttligt at síggja hvussu fegin børnini eru á myndunum sum Sólgerð hevur sent okkum. Vit vilja takka Sólgerð, Heidi Mariu og Anitu fyri hetta góða átak og ynskja teimum eina framhaldandi góða og læruríka ferð í Kenya.

Klar til at komme i gang?

Udforsk Holdsport, eller opret en konto med det samme og begynd at administrere din klub. Du kan også kontakte os for at få hjælp til opsætningen af din klub.
Hvad koster det?
Hvilke behov har din klub? Basis eller PRO abonnement?
Priser
Funktionsoversigt
Ingen 2 klubber er ens. Vores funktioner dækker dine behov.
Funktionsoversigt