Hondbóltur 30 +
Dámar tær væl hondbólt?
Hevur tú møgiliga ongantíð spælt hondbólt, men kundi hugsa tær at roynt tað? Kundi tú hugsa tær at verði partur av einum góðum felagsskapið?
Vit fara nú undir eitt ókeypis tilboð til íðkarar, ið eru 30+ ár. Kvinnur og menn. Roynd sum óroynd, øll eru vælkomin.
Spælið eitur 5-A-SIDE
Stutt um spælið.
- Tað eru 5-8 íðkarar á hvørjum liðið, einans 5 á vøllið í senn.
- Tað verður spælt á 2/3 vøllið.
- Tað verður spælt við bleytum bóltið, uttan harpiks.
Les meira herundir:
https://danskhaandbold.dk/spil.../five-a-side-handbold/
Vit koma at royna hesa skipan, nøkur fríggjakvøld á várið 2025
Venjing er kl. 18.30-19.30 í KÍ høllini
- Fríggjakvøldið - 07.03.25
- Fríggjakvøldið - 14.03.25
- Fríggjakvøldið - 21.03.25
Venjingin verður skipa av hondbóltsvenjara. Vit koma at hava tað stuttligt saman, sveitta saman, flenna saman, og sjálvandi spæla eina rúgvu av hondbóltið.
At hava við: Innandura skógvar, dunk og ítróttarklæðir.
Tað er bara at møta upp
Hetta tilboði er ikki til íðkarar ið spæla við bestu ella næstbestu deild í Føroyum
Vinarliga Team Klaksvík og Stjørnan