Fyrilestur
Góðu tit.
So skipa vit aftur fyri fyrilestri - hesuferð kemur kendi danski, fyrrverandi hondbóltslandsliðsleikarin og -venjarin, Lars Rasmussen, sum hevur autismu og adhd, til Føroya at hava fyrilesturin:
Adhd og autisma gjørdi meg til landsliðsleikara - øll kunnu blíva til nakað.
27. mars 2025 kl 19-21 verður fyrilesturin í Kolshøll á Eiði og
28. mars 2025 kl 19-21 verður fyrilesturin í Tjarnir (stórhøllin) í Hoyvík.
Eisini hevur Lars skrivað bókina: What the fuck, Lars?
sum kann bíleggjast saman við atgongumerkinum - ger viðmerking um tað.
Bókin kostar vanliga kr 249,- sertilboðið er kr 170,- Møguleiki verður eisini fyri at fáa bókina signeraða eftir fyrilesturin.
Um hetta hevur tykkara áhuga, vinaliga send teldupost til tilmelding@autisma.fo skjótast tilber.
Sí viðheftu fílu við QR-kotu.
Vinalig heilsan
Autismufelagið
Nevndin