Fagnaðarløta

EB - Eiðis Bóltfelag
27. feb. 2025

Týskvøldið skipaði Eiðis og Sunda kommuna fyri fagnaðarløta fyri okkara ungu steypavinnarum.

Borgarstjórarnir førdu fram hvør sína heilsan til genturnar og handaðu liðunum hvør sítt gávukort til at bovla og eta saman. Síðan hugnaðu tær sær við pitsa, sodavatn og hugdu eftir finalunum á stórsíggja.

Kommunurnar eru ein sera týdningarmikilir viðleikari hjá okkum, við at veita okkum tey bestu hølisviðurskifti, stuðla okkum til tiltøk, fíggjarliga og á annan hátt.

Umframt borgarstjórarnar vóru millum 100-150 viðhaldsfólk við Tjarnir, tíðiliga seinasta leygarmorgun tá finalurnar vóru spældar. Og vil EB fegin takka øllum, sum vóru við Tjarnir og stuðlaðu okkara liðum, tað hevur ómetaligan stóran týdning fyri okkum, at tit øll bakka so væl upp um okkara felag.

Her eru leinkjurar til greinarnar sum kommunurnar hava lagt út.

Enn einaferð stóra takk fyri stuðulin øll somul.

https://www.eidi.fo/fagnadarlota-fyri-eb-g10-og-eb-g12/

https://sunda.fo/news/2898/fagnadarlota-fyri-ungu-stjornunum

Klar til at komme i gang?

Udforsk Holdsport, eller opret en konto med det samme og begynd at administrere din klub. Du kan også kontakte os for at få hjælp til opsætningen af din klub.
Hvad koster det?
Hvilke behov har din klub? Basis eller PRO abonnement?
Priser
Funktionsoversigt
Ingen 2 klubber er ens. Vores funktioner dækker dine behov.
Funktionsoversigt